
Tað er eitt sindur av muni á Brøndby Stadion við umleið 20.000 áskoaðrum og víðari luttøku í Evropa uppá spæl og einum dysti í 17. umfari á Eiðinum í Vági ein mánadag seinnapart.
HB noyddist fýra dagar eftir harða dystin í Danmark at sanna, at FC Suðuroy eisini kann geva nógvar trupulleikar. Hetta var ein dystur, sum heimaliðið burdi fingið stig burturúr.
Eftir tjúgu minuttir gjørdi Reinis Reinholds, ið avloysti leikbannaða Bjarta Mørk, brotsspark. Lettiski málverjin gjørdi tó skaðan góðan aftur og bajrgaði royndini hjá Fríða Holm.
HB legði seg ístaðin á odda tíggju minuttir fyri steðgin. Eins og á Tórsvølli móti Brøndby, var Jákup Thomsen á blettinum.
Jákup Thomsen skoraði aftur fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)
FC Suðuroy kom tó væl út til 2. hálvleik, og liðið hjá Pól Thorsteinsson vísti, at sumamrsteðgurin er nýttur væl. Tá ein tími var leiktur, javnaði liðformaðurin Pætur Augustinussen, og sum hagtølini vísa, skapti FC Suðuroy fleiri vandastøður.
HB var tó meira kyniskt og í 72. minutti skoraði innskifti Emil Grønn Pedersen. Norski áleyparin hevði nakrar stórar møguleikar í dystunum móti Brøndby. Nú bragdaði, og tað tryggjaði HB trý stig á einum tungum degi.
Harvið eru HB og NSÍ nú aftur jøvn í stigum í stríðnum um 2.plássið, ið kann vera ógvuliga týdningarmikið. NSI vann í gjár á grannunum B68. Átta stig eru upp til KÍ, sum hevur spælt ein dyst færri.
Súrt hjá FC Suðuroy ið hevur lykladyst móti TB næsta vikuskifti.
Betrideildin 17. umfar
Mánadagin 4. august
FC Suðuroy - HB 1-2 (0-1)
36' Jákup Thomsen 0-1
60' Pætur Augustinussen (Salmundur Bech) 1-1
72' Emil Grønn Pedersen (Ási Dam) 1-2
Í gjár, sunnudagin 3. august
B68 - NSÍ 1-3 (0-3)
10' Michal Przybylski 0-1
20' Brandur Hendriksson Olsen 0-2
37' Klæmint Andrasson Olsen (Jesper Van Der Heyden) 0-3
67' Karstin Clementsen 1-3
Leygardagin 2. august
07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-1)
11' Ragnar Skála (Ari Olsen) 0-1
26' Tobias Fabian Giusti (Mikkel Hyllegaard) 1-1
83' Sjálvmál (Ari Olsen) 1-2
Sí eisini: Víkingur vann seg upp á 4. pláss
Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - TB 0-2 (0-0)
52' Joel Sundström 0-1
84' Mohamed Samba 0-2
Sí eisini: TB ognartók Gundadal á ólavsøku
EB/Streymur - KÍ er fluttur til 24. september orsakað av evropeiska dystinum hjá KÍ týskvøldið á Tórsvølli. Tey skuldu annars spæla í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald