Fleiri føroyingar vóru í eldinum í næstbestu donsku deildini í gjár. Hjá summum snúði tað seg um at flya seg burtur frá niðurflyting.
Hetta eydnaðist ikki Køge Håndbold, sum tapti við 15 málum í Grindsted. GGIF, sum hevur havt unga strandingin Búa Djurhuus Poulsen í hópinum til summar dystir, er í løtuni oddalið. Køge er aftast við seks stigum fyri 23 dystir, og nú er endaliga greitt, at liðið hjá Julian Kragesteen skal spæla í triðbestu deildini næsta kappingarár. Julian skoraði tvey mál í gjár.
Skovbakken er eisini í stórum trupulleikum. Eftir tapið á Frederiksberg í gjár hava Niklas Højgaard Hanusarson og teir tríggjar dystir at sleppa av triðaftasta plássinum, sum gevur niðurflyting. Skovbakken hevur trý stig upp til HC Odense.
Niklas Hanusarson skoraði eitt mál móti FIF, hvørs hoyvíkingar kundu fegnast. Leivur Mortensen skoraði fimm mál í 25-20 sigrinum, har landsliðsvongurin millum annað var tryggur úr sjey metrum. Brøðurnir Jónas Gunnarsson Djurhuus og Janus Dam Djurhuus komu eisini á máltalvuna, og nú er FIF á 8. plássi. Triðaftasta plássið er átta stig burtur, og harvið hevur felagið av Frederiksberg ið trimum føroyingum tryggjað sær enn eitt ár í 1. division.
Leivur Mortensen og Jónas Gunnarson Djurhuus, hvør sínu megin Paula Mittún, kunnu fegnast í dag. Føroysku landsliðsspælararnir skulu ikki longur hugsa um niðurflyting (Mynd: Agnar Prestá)
Aarhus HC kann á pappírinum framvegis vinna sær uppflyting, men í gjár gjørdist bert talan um eitt stig. Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh spældu 33-33 javnleik í Skjern-økinum móti Rækker Mølle. Teis skoraði fýra mál, men føroyski strikuspælarin og hinir mugu iðra seg um fleiri mist stig seinastu tíðina.
Sí eisini: Teis gjørdist aftur toppskjútti
HØJ við Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen spælir av álvara við um uppflyting, og í dag er oddadystur á útivølli móti HC Midtjylland, sum er eitt stig frammanfyri og á 2. plássi. Um tað eydnast HØJ at vinna, so er liðið úr Ølstykke á eins nógvum stigum sum Grindsted. Tað er bert 1. plássið, sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu donsku deildini - nummar tvey og trý skulu spæla um tað í mai og juni.
Pauli Mittún og Team Sydhavsøerne skulu vinna í Tønder fyri at framvegis veruliga hava møguleika at koma í topp-trý. Flotta sigursrøðin hjá teimum á tíggju dystir kom at enda síðsta vikuskifti móti Team Syshavsøerne
1. Division, Danmark
23. umfar í grundspælinum - tað fjórðseinasta
Í dag, sunnudagin 03.03
13.00: HC Midtjylland - HØJ (Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen)
14.00: Tønder - Team Sydhavsøerne (Pauli Mittún)
Í gjár, leygardagin 02.03
Rækker Mølle - Aarhus HC 33-33 (Teis Horn Rasmussen 4 mál)
Grindsted - Køge Håndbold * 37-22 (Julian Kragesteen 2 mál)
* Eru nú fluttir niður
FIF - Skovbakken 25-20
Leivur Mortensen 5 mál, Jónas Gunnarson Djurhuus 2 mál, Janus Dam Djurhuus 1 mál
Niklas Højgaard Hanusarson 1 mál
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald