Fótbóltur

Fifa kannar nú slagsmálið eftir HM-avgerðina

Ákæri settur at kanna hvat hendi millum argentinskar og spanskar leikarar á vøllinum eftir at dómarin hevði bríkslað HM-finaluna av.

(Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-21 11:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, váttar nú, at felagsskapurin er farin undir at kanna hvat hendi millum argentinskar og enskar leikarar beint eftir at HM-finalan varð bríkslað av.

Tað skrivar amerikanski ítróttamiðilin undir New York Times, The Athletic.

Eftir endabríkslið fóru leikarar til hendurs á vøllinum, og argentinski verjuleikarin, Nahuel Molina, sá út til at sláa spanska miðvallaleikaran, Rodri, í búkin, tá hann hann rann út at hátíðarhalda sigurin.

Frammanundan var ein samanbrestur á miðjum vølli, har argentinin Leandro Paredes sá út til at taka í hálsin á spanska Eric Garcia fyri síðan at blaka Gavi um koll.

Í fráboðan í gjár sigur Fifa: “Eftir meting av viðkomandi dystarfrágreiðingum til  HM-dystin millum Spania og Argen, og í tráð við grein 36 í agalógini hjá FIFA (FDC), hevur aganevnd Fifa’s sett ein aga- og etiskan ákæra at kanna møgulig brot á FDC”.

Argentinski miðvallarin Enzo Fernandez fekk reytt kort tríggjar minuttir inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt aftur at vanligu leiktíðini, tá hann fekk annað gula kortið fyri eina harða takling.

Fýra aðrir argentinskir leikarar, teirra millum innskifti Paredes, fingu gula kortið í dystinum, og tað gjørdi argentinski venjarin, Lionel Scaloni eisini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder