Fótbóltur

Fifa: Savnið tykkum um fótbólt í staðin fyri politikk

Nú HM-endaspælið í Katar byrjar um tvær vikur, heitir altjóða fótbóltssamgongan á luttakandi londini um ikki at draga fótbóltin inn í eitt politiskt stríð.

HM-steypið (Mynd: EPA)

HM-steypið (Mynd: EPA)

2022-11-06 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

32 lond luttaka í HM-endaspælinum í fótbólti, sum fer av bakkastokki í Katar 20. november, og luttakarar skulu savna seg um fótbólt og ikki draga fótbóltin inn í eitt politiskt stríð.

Tað siga Gianni Infantino og Fatma Samoura, ávikavíst forseti og aðaskrivari hjá althóða fótbólssamgonguni, Fifa í fráboðan til luttakandi londini, sum fleiri altjóða miðlar hava sæð.

Tað var í 2010, at tað varð kunngjørt, at Katar fót at verða vertur fyri HM í 2022, og seinastu árini hevur Katar verið fyri atfinningum fyri at vísa líkasælu, tá tað snýr seg um mannarættindi, og hevur verið heitt á fótbóltsfjepparar um at boykotta komandi HM-endaspælið.

Tað eru serliga vantandi rættindi hjá samkyndum og útlendskum arbeiðarum í landinum, sum er orsøkin.

Í brævinum verður heitt á luttandi tjóðirnar um at savna seg um fótbóltin.

Hóast nógvar politiskar avbjóðingar eru kring heimin, eigur mann ikki at hála fótbólt inn í eitthvørt ideologiskt og politiskt stríð, sum finst, verður m.a. sagt.

– Einki fólk, eingin mentan ella tjóð er "betri" enn nakar onnur. Hendan meginreglan er sjálvt grundarsteinurin fyri felags virðing og stríðið ímóti mismuni. Og tað er eisini eitt av kjarnuvirðunum í fótbólti. So latið okkum øll vinarliga minnast hesum og lata fótbólt vera í miðdeplinum, stendur í brævinum, sum Ritzau endurgevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder