Altjóða fótbóltssamgongan Fifa boðaði í gjár frá, at ætlanirnar um at víðka HM-kappingina í 2022 úr 32 upp í 48 lond nú eru sleptar.
Gianni Infantino hevur, síðan hann tók við embætinum sum Fifa-forseti, arbeitt fyri at HM skal hava luttøku av 48 londum longu í Katar 2022 – men tann ætlanin er nú slept.
Tað skrivar Fifa í einum tíðindaskrivi.
- Eftir drúgvar samráðingar við allar áhugapartar er niðurstøðan nú tann, at ein slík víðkan ikki kann gerast í núverandi støðu, skrivar Fifa.
Infantino hevur ásannað, at tað verður ov trupult at fremja ætlanina, og tí verða tað 32 lond við í HM-kappingini, tá hon verður í Katar. Men ætlanirnar eru framvegis, at londini skulu vera 48 í tali, tá so HM-kapping aftur verður hildin í 2016. Tá verður kappingin í USA, Kanada og Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald