Fótbóltur

Filip Brattbakk tryggjaði 07 Vestur fyrstu stigini

Nýggi norðmaðurin skoraði einasta málið í Fuglafirði. ÍF burdi helst javnað eftir steðgin - serliga uppá brotssparkið.

23-ára gamli Filip Brattbakk gjørdi bart í sínum øðrum almenna dysti fyri 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

23-ára gamli Filip Brattbakk gjørdi bart í sínum øðrum almenna dysti fyri 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-17 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF tók seinnapartin ímóti tí størsta ókenda faktorinum í fremstu føroysku deildini í í 2024: 07 Vestur. Nýggi norski venjarin Steffan Landro hevði eisini valt átta av teimum mongu nýggju spælaranum, ið eru langdir afturt í Sørvági í vetur. Høgri bakkurin Kevin Engell-Johansen var skaddur, Maxwell Effiom hevur ikki fingið loyvini uppá pláss, og Sonni Ragnar Nattestad er als ikki í dystarvenjing.

Tað var ein av nýggju norðmonnunum hjá 07 Vestur, ið gjørdist avgerandi. Fyrri hálvleikur var sum heild tamur, har nógv mistøk á bóltinum settu sín dám á hjá liðunum. Tey lótu eisini hvørt annað flyta bóltin eitt sindur runt uttan at trýsta nakað serligt og fáir málmøguleikar vóru. 07 Vestur var tó nærri við, og millum anað hevði Emil Grønn Pedersen hevði eina naska roynd.

Einasta málið í dystinum kom í 39. minutti. Royndi danski miðvallarin Fredrik Holst vísti til tíðir veruliga sínar dygdir í sínum fyrsta dysti í Føroyum, og tað var hann, ið sendi bóltin væl upp móti ÍF-verjuni av egnari hálvu. Verjan stóð heldur illa í støðuni, bólturin fór uppum Karl Løkin, ið dekkaði Emil Grønn Pedersen, eingin bakkaði upp, og so kundi Filip Brattbakk ótarnaður og trygt seta bóltin í netið.

[object Object]
Í samstarv við dystir.fo - sí uppstillingar og ymiskt tøl har

ÍF var uttan skadda Uros Stojanov, og Jhon Mena hevur ikki fingið loyvini uppá pláss. Harvið var Bogi Reinert-Petersen undir liðuni á Dánjal á Lakjuni álopinum. Teir stríddust væl, men eitt heldur tannleyst ÍF-lið hevði einki veruligt skot í 1. hálvleiki.

Heimaliðið kom tó út á heilt annan hátt eftir steðgin. Bogi var nær við, og í samband við hornaspark kom bólturin í armin á Jóanis á Steig, tá Tóri Nolsøe Olsen skallaði móti málinum. Brotsspark, ið liðformaðurin tók sær av, men skotið hjá Karli fór beint framvið málinum hjá 07 Vestur. Tvey umfør og tvey misnýtt brotsspørk móti 07 Vestur: Sebastian John bjargaði royndini hjá Sølva Vatnhamar í síðstu viku.

ÍF helt fram við at sita meira á tí, og um miðjan 2. hálvleik var aftur heilt nær við. Teir í reyðum vunnu bóltin høgt, Jóhann Højbro fann Dànjal á Lakjuni, ið ógvuliga snilt setti svenska miðverjan hjá 07 Vestur av. Sebastian John kom tó heilt væl út og bjargaði skotinum.

Nærri kom liðið hjá Aleksandar Jovevic ikki, hóast nógv var lagt fyri í seinastu minuttunum. 07 Vestur hótti eisini væl uppá umstillingar, og Brattbakk kundi verið tvífaldur málskjútti, tá hann skeyt beint framvið. Jákup Nolsøe Olsen bjargaði eisini flott roynd hjá fría Emil Grønn Pedersen seint í dystinum.

Trý týðandi stig hjá Stefan Landro og hansara monnum, sum fáa tíð at arbeiða nógv við tingunum í landsliðssteðginum. ÍF kann iðra seg um, at man ikki fekk stig burturúr. Heimaliðið vísti kanska heldur lítið samanlagt í dystinum, men tyktiskt ikki at standa nakað serliga nógv aftanfyri 07 Vestur.

Betrideildin 2. umfar
Í dag - Sunnudagin 17.03:
ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)
39' Filip Brattbakk 0-1

Sí liðuppstillingar og meira her

17.00: EB/Streymur - B68 (0-1)

Støðan:
1.B36 6 stig 
2.Víkingur 6 stig 
3.KÍ 3 stig 
4.NSÍ 3 stig 
5.Skála 3 stig 
6.HB stig 3 
7.07 Vestur 3 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder