2019-11-15 12:35
Ítróttarfelag Fuglafjarðar kunngerð í dag, at tey hava skriva undir tvey ára sáttmála við Filip Djordjevic, sum seinastu árini hevur verið fastur og fúsur á besta liðnum hjá Víkingi.
Hóast hann bert er 25 ára gamal, hevur Filip í fleiri ár markerað seg í føroyskum fótbólti. Hann hevur eisini roynt at vunnið meistaraheitið tvær ferðir, steypakappingina fýra ferðir og so hevur hann spælt heilar 21 dystir í altjóða evropeiskum kappingum fyri feløg.
Filip Djordjevic er serbi og kom til Føroya at spæla við KÍ í 2011. Síðan 2012 hevur hann verið tilknýttur Víking.
Filip Djordjevic í ÍF-toyggjuni saman við Magnusi Jørmundson, nevndarlimi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald