Leygardagin kunngjørdi NSÍ, at sáttmálin við miðverjan Nikola Kovacevic var uppsagdur. Har var ikki nøgdsemi við millum annað kropsligu støðuna hjá 31-ára gamla serbanum.
Sí eisini: NSÍ slitið samstarvið við serbiskan miðverja
NSÍ hevur nú funnið avloysaran - enn ein útlendskan verjuspælara. Hesin hevur royndir í Føroyum.
Talan er svenska Filip Drinic. 22 ára gamli miðverjin spældi í fjør 26 dystir fyri 07 Vestur, sambært FaroeSoccer.
- Áðrenn Filip kom til Føroyar í fjør, hevur hann spælt í 3. bestu og 2. bestu deildini í Svøríki, har hann hevur verið í feløgum so sum Örebro Syrianska IF og Skovde AIK, skrivar NSÍ í sambandi við kunngerðina.
Filip Drinic var ein av teimum frægu hjá liðnum, sum mundi flutt niður. Hann hevur eisini eginleikarnar at spæla á verjukenda miðvøllinum.
Sviin hevur nú skrivað undir ein eitt ára sáttmála við NSÍ og kann millum annað fara at spæla fitt saman einum øðrum fyrrverandi 07 Vestur-miðverja, Daniel Obbekjær.
NSÍ vann sunnudagin 1-0 á Víkingi í 1. umfari í Meistaradeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald