Hóast AB varð sligið út úr steypakappingini móti 07 Vestur týsdagin, kunnu tey á Argjum fegnast um, at ein av teirra egnu lokalu er aftur.
Filip í Liða hevði longu yvir 60 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum á baki, tá hann sum 18-ára gamaæ spældi í 27. umfari í Betrideildini í oktober í 2019. Hetta skuldi tó vísa seg at verða seinasti dystur hjá evnaríka argjamanninum í trý og eitt hálvt ár.
- Filip, ið framvegis bert er 22 ára gamal, hevur verið darvaður av ryggskaða í fleiri ár, men við góðum hugburði og stríðsvilja hevur hann bart seg ígjøgnum hetta og er nú klárur aftur at vera ein av argjamonnunum á Betrideildarliðnum.
Soleiðis skrivaði AB á Facebook-síðu sínari í vikuni, tá tað varð kunngjørt, at Filip í Liða hevur skrivað sáttmála við barndómsfelagið fyri kappingarárið 2023. Vongurin var endliga aftur á vøllinum í dysti fyri næstbesta liðið 15. apríl - har hann skoraði í sigri á næstbesta liðnum hjá 07 Vestur - og Filip gjørdi eisini mun, eftir at hann kom inn móti 07 Vestur í steypakappingini: Hann vann brotssparkið, ið AB minkaði um munin við í yvirtíðini, tá verjuspælari hjá 07 Vestur varð noyddur at hála hann niður
Sí støðuna frá 2:45 í "AB - 07 Vestur 1-2
AB spælir mánakvøldið á útivølli móti Víkingi í seinasta dystinum í fyrsta triðinginum. Tá kann Filip í Liða fáa sín fyrsta dyst í Betrideildini í umleið 42 og ein hálvan mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald