Fremstu honbóltsdeildirnar fóru í gongd sunnudagin, har tveir dystir vóru í bæði SMS-deildini og Okkara-deildini.
Í kvøld eru so aftur fimm dystir. Lagt er upp til spennandi dystir í Høllini á Hálsi har talan er um grannauppgerð bæði hjá monnum og kvnnum, tá Kyndil og Nestin bresta saman.
Í Vestmanna fær VÍF vitjan av H71, har tað eisini er talan um dystir hjá kvinnum og monnum millum somu lið.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík tekur Team Klaksvík ímóti STÍF.
Dystirnir í kvøld eru hesir:
SMS-deildin
VÍF – H71 (18:00)
Kyndil – Neistin (18:00)
Okkara-deildin
VÍF – H71 (20:00)
Kyndil – Neistin (20:00)
Team Klaksvík – STÍF (20:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald