Annað

Fimm heiðursmerkir til føroyingar í Nordic Taekwondo Championship

Seks føroyskir íðkarar hava um vikuskiftið luttikið í Nordic Taekwondo Championship í Skanderborg.

(Mynd: Hwarang Føroyar)

(Mynd: Hwarang Føroyar)

2026-01-25 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava seks kemparar úr taekwondofelagnum Hwarang Føroyar vunnið tilsamans fimm heiðursmerki í Nordic Taekwondo Championship í Skanderborg.

Høgni K. Dávason vann bæði á Noregi og Danmark við tættum 2-1 sigrum. Í hálvfinaluni kom Høgni aftur ímóti einum úr Noregi, og her bleiv Høgni akkurát ov stuttur og tapti eina sera tætta og spennandi hálvfinalu. Hann endaði tí við einum bronsuheiðursmerki.

Jerrold Balagasay kempaði tveir fantastiskar dystir og vann bæði á Danmark og Noregi. Finalan var ein trupul dystur ímóti nummar eitt á heimsstyrkislistanum. Jerrold tapti finaluna 2-0 og vann silvurheiðursmerki.

Stefan J. Mifsud vann fyrsta dystin sikkurt 2-0 og var harvið klárur til finaluna. Hetta var annað árið á rað, at hann luttók í finaluna í -45 kg Kadet, men hann mátti lúta fyri einum úr Svøríki, og vann hann tí eitt silvurheiðursmerki.

Jónar K. Poulsen luttók í -41 kg Kadet. Hann vann fyrsta dystin 2-1 og kom í hálvfinalu. Hálvfinalan bleiv ein tættur dystur, men hesa ferð var mótstøðan hørð, og feilir gjørdu, at tað bleiv eitt 0-2 tap. Jónar vann sostatt bronsuheiðursmerki.

Boas Hansen var við aftur til sína fyrstu kapping í eitt ár. Hann byrjaði orduliga væl men kláraði ikki at fáa ein sigur. Boas endaði við einum 2-0 tapi.

Prashim Khadka kom beint í hálvfinalu og kempaði ímóti einum svia. Tað bleiv ein trupul dystur, sum endaði við einum 2-0 tapi. Prashim vann bronsuheiðursmerki.

Føroysku heiðursmerkini
Høgni Kunoy Dávason vann bronsu í -74 kg Senior
Prashim Khadka vann bronsu í -54 kg Senior
Jerrold Balagasay vann silvur í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 48 kg Junior
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder