Eftir at hann royndi seg í Italia í eitt hálvt ár kom 29-ára gamli Páll Andrasson Klettskarð aftur til barndómsfelagið í juni. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har áleyparin millum annað skuldi heilt sleppa av við ein skaða, er Páll vorðin ein sera umráðandi faktorur í FM-stríðnum hjá KÍ.
Páll eftir NSÍ - kenslan er góð
Páll hevur fimm mál uppá 635 minuttir (0,38 í miðal) í Betrideildini í ár, og øll málini hava havt avgerandi týdning fyri KÍ:
25. august (20. umfar):
EB/Streymur – KÍ 0-1
0-1 Páll Andrasson Klettskarð
18. september (útsettur dystur í 16. umfari):
NSÍ – KÍ 0-1
0-1 Páll Andrasson Klettskarð (skiftur inn í 76. min - skorar í 83’)
8. oktober (25. umfar):
Víkingur – KÍ 1-3
1-2 Páll Andrasson Klettskarð (skiftur inn í 66. min – skorar í 74' – leggur eisini upp til Patrik Johannesen í 67. minutti)
20. oktober (26. umfar):
KÍ – NSÍ 3-2
2-1 Páll Andrasson Klettskarð
3-1 Páll Andrasson Klettskarð
Hagtøl: FaroeSoccer
Harvið hevur Páll havt beinleiðis ávirkan á hesar fýra sigrarnar. Tvær ferðir hevur áleyparin skorað einsamalla málið hjá á útivølli, tvær ferðir er hann komin inn av bonkinum og verið avgerandi, og tvær ferðir hevur Páll Klettskarð verið við at vent dystinum frá tapi til sigurs fyri KÍ. ![]()
At Páll kom á vøllin í Sarpugerði 8. oktober fekk - eins og við Løkin tríggjar vikur frammanundan - avgerandi týdning fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Harafturat hevur arbeiðsinnsatsurin verið stórur hjá klaksvíkingunum, og tey 12 stigini ið eru komin í hesum dystunum gera, at KÍ hevur 61 stig, eins og B36, og kann tryggja sær FM leygardagin við minst einum javnleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald