Fótbóltur

Fimm mál uppá ein tíma

Erling Braut Haaland hevur fingið eina flúgvandi byrjan í Dortmund.

Haaland tykist at trívast sera væl í gulu troyggjuni (Mynd: EPA)

Haaland tykist at trívast sera væl í gulu troyggjuni (Mynd: EPA)

2020-01-24 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borussia Dortmund er eitt av liðunum í tætta oddastríðnum í Bundesligaini. Í kvøld vann liðið heili 5-1 á Køln. Seinasta vikuskifti í Frankfurt skoraði Dortmund eisini fimm mál, og eins og tá var tað ein innskiftari, ið stjól yvirskriftirnar í kvøld.

Týska felagið keypti norska stórtalentið Erling Braut Haaland úr RB Salzburg beint fyri nýggjár. Áleyparin, sum veruliga hevur gjørt um seg í Champions League í ár, varð annars settur í samband við serliga Manchester United. 

[object Object]
Haaland er longu ein marra fyri málverjar og verjuleikarar í Bundesligaini (Mynd: EPA)

Tað kann ikki sigast, at norðmaðurin hevur verið eitt vónbrot í Týsklandi higartil. Í Frankfurt kom hann inn tíggju minuttir eftir hálvleik, og smáar 25 minuttir seinni hevði hann skorað hattrick. Í kvøld varð Haaland skiftur inn til sína debut á Signal Iduna Park í 65. minutti, og stóri áleyparin gjørdist tvífaldur málskjútti. Harvið hevur Haaland bert nýtt minni ein tíma samanlagt til at skora fimm mál í Dortmund-troyggjuni. 

Hann skuldi byrjað inni á fyrsta sinni við norska landsliðnum móti Føroyum á Ullevaal í november, men ein skaði darvaði so mikið, at Erling Haaland ikki var á vøllinum. Norsku miðlarnir eru í kvøld á gosi, nú teirra heitasta fótbóltsnavn í løtuni aftur hevur gjørt um seg á evropeiska pallinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder