Flytingargluggin – tað er tíðarskeiðið, har tað ber til at flyta leikarar millum feløg í førlyskum fótbólti – lat aftur í gjár. Og Argja Bóltfelag nýtti høvið til at gera avtalu við heili fimm nýggjar leikarar, sum koma at spæla fyri felagið tá kappingin í 1. deild verður tikin uppaftur.
Fýra danskir leikarar koma til landið í komandi døgunum. Teir eru Mads Zaar, Ardit Murati, Adis Murati og Anders Nagel, skrivar AB á heimasíðuni.
Mads Zaar er 19 ára gamal vongur, sum hevur spælt við U19/liðnum hjá Esbjerg til nú. Harafturat er hann eisini skrásettur fyri 15 dystir á danska U17-landsliðnum.
Ardit Murati er 21 ára gamal áleypari, sum seinast hevur spælt við FC Sydvest, ið flutti niður úr triðbestu donsku deildini, 2. division, í fjórðbestu deildina, Danmarksseriuna.
Yngri bróður Ardit Murati, Adis Murati, kemur eisini til felagið. Hann er eisini álopskendur leikari og hevur eins og Mads Zaar spælt við U19-liðnum hjá Esbjerg. Adis Murati er 19 ára gamal.
Síðsti danski leikarin er 22 ára gamli málmaðurin, Anders Nagel, sum seinast hevur spælt við Viby IF í Danmarksseriuni. Hann skal kappast við Milos Budakovic um plássið í málinum í seinnu kappingarhálvu.
Fimti leikarin er spanski Leo Mboumba, sum hevur spælt í lægri deildunum í Spania. Hann er miðvallari.
AB sigur eisini farvæl til tríggjar leikarar, sum nú fara at spæla í øðrum feløgum.
Leikararnir, ið eru farnir úr felagnum á hesum sinni, eru Pedro Luis Moreno González, Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen. Spanski málverjin, Pedro Moreno, er skiftur til Skála. Hann vardi málið hjá AB í níggju dystum.
Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen hava valt at søkja aðrar leiðir og spæla nú við Undrið.
Kappingin í fyrstu deild verður tikin uppaftur eftir summarstøðgin beint fyri ólavsøku. AB liggur í løtuni á fimta plássi við 19 stig fyri 13 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald