Annað

Fimm teir bestu kappast í Haldor Holm Cup kappingini um vikuskiftið

Leygardagin verður árliga Haldor Holm Cup kappingin í billard aftur. Vinnarin síðstu tvey árini er aftur við hesaferð.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-09 22:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 13. oktober fer árliga Haldor Holm Cup kappingin í billard av bakkastokki.

Serliga steypakappingin er fyri fimm teir bestu billardleikararnar í liðkappingini fjør, og hesaferð stendurkappingin millum Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg úr BFF, Páll Hera Nolsøe úr TVBF, Kristian Suna Høgnesen úr KLBF og Jógvan Jørgensen úr HABI.

Byrjað verður klokkan 10 leygarmorgunin, og spælistaðið er, sum tað plagar, í Klaksvík.

Vinnarin síðstu tvey árini er Jákup L. Baldvinsson, og tá hann aftur telist millum teir bestu hesaferð, má hann metast sum favoritturin til at gera hattrick. Jákup hevur vunnið kappingina fýra ferðir samanlagt, men teir sum hava vunnið kappingina flestar ferðir, eru Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen (7 ferðir) og Hallur Joensen (5 ferðir).

Leygardagin verða fyrstu dystirnar í liðkappingin í 2. og 3. Deild eisini spældir, so tað hendir nógv longu hetta fyrsta billardvikuskiftið.

1. deild byrjar 20. oktober, og tá koyra allar kappingarnar aftur í fullari ferð.

Vónandi fáa vit eitt hendingaríkt, gott og, ikki minst, spennandi kappingarár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder