Í dag er føroyska ferðalagið við kós ímóti Baku í Aserbadjan farið avstað. Fimm føroyskir svimjarar skulu kappast á European Youth Olympic Festival 2019. Hetta skrivar svimjing.com
Talan er um Elisabeth Erlendsdóttir, Kristinu í Skála, Ronju Ró í Dímun og Bartal Erlingson Eidesgaard úr Havnar Svimjfelag, og Rebekka Trygvadóttir úr Ægir. Hetta eru svimjararnir, sum kláraðu kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung. Tann kappingin hevur verið í Vejle farnu dagarnar, men Svimjisambandið valdi í ár at fara til aðra kapping í staðin.
Teir fimm ungu svimjararnir skulu í komandi viku luttaka í stóru olympisku ungdómskappingini fyri evropeisk lond. Talan er um eitt frambrot fyri føroyska svimjing og føroyskan ítrott, tí Føroyar sleppa sum skilt at luttaka undir egnum flaggi, hóast Føroyar ikki eru limir í IOC. Tann evropeiska olyimpiska nevndin og Ítrottarsamband Føroya gjørdust í februar samd um, at Føroyar kundu luttaka í hesari kappingini umframt European Games í ávísum ítrottargreinum.
Les meira: Føroyar í europeiskum olympiskum leikum
Har eru enn ávísar avmarkingar runt um sjálva kappingina, so sum at føroysku íðkararnir ikki kunnu luttaka fyri Føroyar í hátíðarligu setanini av hesum leikunum. Luttøkan er fyriskipað umvegis ÍSF og Dansk Idræts Forbund - føroyski hópurin ferðast til og frá og býr í Baku saman við danska hópinum, skrivar svimjing.com
European Youth Olympic Festival er ein sera stór og stórfingin stevna, har umleið 3600 luttakarar úr øllum Evropa kappast í 10 ymiskum ítróttargreinum.
Svimjistevnan er í fimm dagar; frá mánamorgninum 22. juli til fríggjakvøldið 26. Afturat svimjarunum eru venjari Panagiotis Christou og ferðaleiðari Finnbjørg Nattestad, umframt judoíðkararan Bjarni Kyrri Ólavsson og venjari hansara Petur Sigurð Johannessen, við í ferðalagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald