Fótbóltur

Fimti dysturin móti Póllandi

Í kvøld klokkan 19:45 spæla Føroyar og Pólland EM-undankappingardyst á Tórsvølli.

Fýra ferðir áður hava vit møtt Póllandi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti. Síðst var í Varsjava í síðsta mánaða, har Pólland vann 2-0 (Mynd: Sverri

Fýra ferðir áður hava vit møtt Póllandi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti. Síðst var í Varsjava í síðsta mánaða, har Pólland vann 2-0 (Mynd: Sverri

2023-10-12 13:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin móti Póllandi, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Hópurin samlaðist á middegi mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á Tórsvølli. Sum heild eru allir í hópinum væl fyri, og nú, fáar tímar áðrenn avspark, hevur seinasti fyrireikingarfundurin verið á skránni.

Fýra ferðir áður hava Føroyar møtt Póllandi í A-landsliðshøpi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti, sum var fyri einum mánað síðani.

At talan er um sterka mótstøðu á Tórsvølli í kvøld sæst  aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Pólland er nummar 30 av teimum 211 limalondunum á listanum. Føroyar eru í løtuni á 131. plássi.

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland á Tórsvølli í kvøld fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo. Í løtuni er nakað yvir 3.000 atgongumerki seld.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder