
Øll kunnu síggja finaluna um Løgmanssteypið beinleiðis á Rás 1, har áhugaverd upptakt eisini er á skránni undan dystinum.
Nú nærkast av álvara til ársins dystur verður spældur. B68 og HB bresta saman á Tórsvølli, har Løgmanssteypið er upp á spæl. Televarpið ger nógv burtur úr dystinum, og hyggjarin kann fylgja við upptaktini longu frá klokkan 15:30.
Heðin Arge, vertur, fær Bill Mcleod Jacobsen og Páll Mohr Joensen í sjónvarpsstovuna at greina bæði liðini. Televarpið hevur í vikuni eisini hugt nærri at báðum finalufeløgunum, og tilfarið verður sent í fleiri innsløgum í upptaktini.
Tá ið dómarin bríkslar dystin í gongd klokkan 17:00, sita Tróndur Arge og Helgi L. Petersen klárir at siga frá dystinum.
HB er ikki ókendur luttakari í finaluni um Løgmanssteypið, meðan hetta er fyrstu ferð í 23 ár, at B68-viðhaldsfólk sleppa at síggja sítt felag í hesum forkunnuga dysti. Hóast havnaliðið er favorittur, skulu teir ikki kenna seg tryggar, tí toftamenn hava í seinastuni fleiri ferðir argað teir. Síðsti dysturin í ár millum júst hesi bæði feløgini endaði við einum sera undirhaldandi 3-3 javnleiki.
Fylg við í Televarpinum leygardagin klokkan 15:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald