Fótbóltur

Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 17 leygardagin

Atgongumerkjasølan er farin í gongd, og ein bólkur av partinum hjá B68 á Tórsvølli er longu útseldur.

2023-10-31 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur steypafinalan verið ársins síðsti dystur og spældur í november ella desember. Ístaðin fyri at áseta finaluna í august, sum tað var í nógv samanhangandi ár, og har tað sum heild riggaði heilt væl, vil FSF hava føroyska fótbóltsárið at enda við finaluni um Løgmanssteypið.

Veðrið stendur ikki til at vera serliga gott í vikuni, meðan B68 og HB fara at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar, men leygardagin sær ikki so galið út.

Tað vera helst nógv fólk á Tórsvølli. Atgongumerkjsølan fór í gongd í gjár. Fjepparar hjá feløgunum hava fingið hvør sína hálvu á tí einu langsíðuni. HB áskoðarar sita í bólkunum 101 til 104, meðan toftafólk og B68 fjepparar sita í bólkunum 105 til 108.

Um hugt verður søluni á Nethandlinum hjá FSF, so sæst millum annað at bólkur 105 er útseldur. Pláss eru fyri líka yvir 300 fólkum har, og tað verður væntað, at ein verulig innrás verður úr Nes kommunu.

B68 er í sínari fyrstu steypafinalu síðani 1995. Liðið hjá Jákupi á Borg skal royna at basa sigursvanda HB fyri at vinna sítt fyrsta steyp síðani 1992 og eisini tryggja sær evropeiskt pláss. Tað seinna hevur HB tryggjað sær gjøgnum landskappingina. 

Fyrsta bríksl í finaluni um Løgmanssteypið verður klokkan 17 leygardagin 4. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder