Eftir millumumfari eru bert fýra lið eru eftir í stríðnum um heimsmeistarheiti í kvinnuhondbólti, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið í Japan.
Russland og Noreg eru favorittar at røkka finaluni, ið verður sunnudagin: Russisku kvinnurnar hava vunnið allar dystirnar í endaspælinum, meðan dagsins mótstøðulið, Holland, hevur verið svingandi. Hóast Noreg er uttan nakrar av stóru profilunum seinastu árini, so hevur liðið framvegis høgt støði og vann allar dystirnar í millumumfarinum.
Hálvfinalurnar:
08.30: Russland - Holland
11.30: Noreg - Spania
Í Danmark er vónbrotið stórt, eftir at liðið ikki var nær við at spæla seg í hálvfinaluna og eisini misti møguleikan at spæla seg til OL. Týskland, Svøríki, Serbia og Montenegro hava enn møguleikan til tað.
Millumumfar 1:
Norra 8
Holland 6
Serbia 5
Týskland 5
Danmark 4
Suðurkorea 2
Millumumfar 2:
Russland 10
Spania 7
Montenegro 6
Svøríki 5
Japan 2
Rumenia 0
Hondbóltur
Finalistarnir verða funnir í dag
Russland og Holland hittast fyrst í morgun, og eftir tað bresta Noreg og Spania saman í hinari hálvfinaluni í Kumamoto.
Estavana Polman og Holland skulu royna at skaka Russland í morgun (Mynd: EPA)
2019-12-13 07:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald