Hondbóltur

Finalurnar eru á skránni í mai

Hoyvíkingar vunnu sær í gjár rættin at spæla móti VÍF um FM-heitið. Vit skulu møguliga longur enn helmingin av mai, áðrenn ein avgerð fellur.

H71 var í gjárkvøldið omaná móti Neistanum í triðju og avgerandi hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

H71 var í gjárkvøldið omaná móti Neistanum í triðju og avgerandi hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-21 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið í hondbólti er nakað longri enn tað hevur verið. Landskappingarnar byrjaðu fyrra helmingin av september, og nú eru bert finalurnar eftir hjá monnum.

Fyrri finalisturin kom uppá pláss sunnukvøldið, tá VÍF sum væntað vann hálvfinalu nummar tvey í Vestmanna á Team Klaksvík. 

Sí eisini: Filip Jojic: - Nú snýr tað seg um hvíld og fyrireiking til finalurnar

Hjá H71 og Neistanum var neyðugt við trimum hálvfinalum. Fyrst vann Neistin við átta málum á heimavølli, tríggjar dagar seinni vann H71 við átta málum í Hoyvík, og í avgerandi hálvfinaluni í gjár í Hoyvíkshøllini endaði dysturin í longdari leiktíð. Har vóru nakað meira royndu hoyvíkingarnir omaná og spældu seg aftur í FM-finalurnar.

Sí eisini: 
H71 í finaluna eftir longda leiktíð
Myndir frá avgerandi hálvfinaluni í Hoyvík

Samrøður við vinnarar úr Hoyvíkshøllini:
Toppskjúttin: - Koyra uppá adrenalini - men halda eisini høvdið kalt
Venjarin: - Stórt rós til dreingirnar

Í fjør gjørdust hoyvíkingar føroyameistarar, men fyri tveimum árum síðani koppaðu vestmenningar teimum. H71 sendi VÍF út úr steypakappingini - sum H71 seinni vann. Harvið er nakað hjá báðum at royna løna aftur, men tað má bíða nakað. Nú er landsliðssteðgur, og finalurnar byrja í mai 

- Finala 1 liggur í vikuskiftinum í viku 18, meðan finala 2 og 3, liggja í viku 19. Møguligar finalur 4 og 5 liggja í viku 20.

Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Hetta merkir, at fyrsta finalan verður leygardagin 6. mai ella sunnudagin 7. mai - landsliðið spælir í Eysturríki sunnudagin 30. apríl. Finalurnar kunnu verða avgjørdar í viku 19.

Liðið sum fyrst vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari, og tað merkir eisini, at tað møguliga skulu fimm finalur til. Vika 20 byrjar 15. mai, so okkurt bendir á, at FM-steypið ikki verður lyft, fyrrenn vit eru farin um hálvan mai.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder