Talan gjørdist um satt hondbóltsdrama í Hoyvík hóskvøldið, tá H71 og Neistin spældu triðju og avgerandi FM-hálvfinaluna. Neyðugt var við 2x5 minuttum afturat teimum fyrstu 60.
Heimaliðið var greitt omaná fyrstu løtuna og helt Neistanum frá at skora í yvir sjey og ein hálvan minutt. H71 var eisini á odda allan hálvleikin og hevði fyriuttan eina løtu miðskeiðis í halvleikinum, tá Neistin fekk sett verjuna betri. og Sasha tók frá, ikki so stórar trupulleikar at skora mál. Hóskvøldið var tað serliga høgra síðan hjá H71, royndi Peter Krogh á bakkinum og ungi Bogi Hansen á vonginum, ið skaraðu framúr.
Samanlagt skoraðu teir 21 mál - Bogi var kaldur uppá brotskøst og sera týðandi í serliga seinna hálvleiki, og Peter setti teir inn eftir vild til tíðir og skoraði sera týðandi mál seint í longdu leiktíðini.
Tá Peter Krogh fór út eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki eftir slag á økslina, merktist tað týðiligt - bæði í álopi og verju - og Neistin fekk viðgongd. Teir í bláum høvdu ment seg gjøgnum fyrra hálvleik, spældu heilt væl beint fyri steðgin og týðiliga gjørt góðar tillagingar í steðginum eisini. Minus 3 gjørdist pluss tvey uppá minni enn tíggju minuttir. Sasha stóð væl, Ovi Lützen tók veruliga ábyrgd, saman við næstan ótroyttiliga Tróndi Kragesteen, Neistin fann Ísak væl á strikuni, og H71 var kroyst. Neistin fekk eisini fatur á fleiri leysum bóltum og skoraði nakrar ferðir í tómt mál.
Tað kókaði tað mesta av dystinum í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm)
Tað vendi tó skjótt. Krogh kom inn aftur, Pauli Jacobsen kom inn aftur, og aðrir tóku eisini ábyrgd. Síðstu løtuna var næstan ógjørligt at siga, hvønn veg tað fór at koppa - sí dystargongdina niðast. Tað endaði eisini púra javnt, hóast bæði liðini høvdu hvør sítt álop seinastu løtuna og møguleikan at avgera.
Tvær ferðir fimm minuttir afturat vóru neyðugir, og har vóru hoyvíkingar allatíðina við yvirlutan. Nakrar ferðir var -1, men heimaliðið fór avstað við tí í dramatiska dystinum í meira enn fullsettu hoyvíkshøllini.
Hetta er triðja árið á rað, at H71 er í finaluni, og vóru hoyvíkingar eisini í finalunum beint áðrenn koronaárið. Steypavinnarar skulu dystast við VÍF, ið vann á júst H71 í finaluni í 2021. Spælt verður eftir landsliðsstegðin - fyrst upp í tríggjar sigrar vinnur føroyameistaraheitið. Neistin skal leygardagin spæla bronsudyst móti Team Klaksvík.
Triðja og avgerandi hálvfinalan
Hósdagin 20. apríl
H71 - Neistin 34-33 eftir longda leiktíð
(29-29 eftir vanliga leiktíð)
Toppskjúttar:
H71: Bogi Hansen 11 mál, Peter Krogh 10 mál
Neistin: Ísak Vedelsbøl, Pauli Høj og Ovi Lützen 7 mál
Onnur hálvfinalan
Leygardagin 15. apríl
H71 - Neistin 29-19 (14-9)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald