Hondbóltur

VÍF í finaluni við sannførandi sigri

Team Klaksvík megnaði ikki av álvara at bjóða av í kvøld, og Mladen var í hopla. Tað merkir, at VÍF skal spæla FM-finalur móti H71 ella Neistanum.

Vestmenningar vóru omaná allan so at siga allan dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Vestmenningar vóru omaná allan so at siga allan dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 21:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið var Team Klaksvík á odda í hálvleikinum, og hótti VÍF til nakrir minuttir vóru eftir av fyrstu hálvfinaluni í Klaksvík, men hesaferð gjørdist tað ikki av álvara tætt.

Vestmenningurin Jóhan í Garðastovu skoraði nógv mál í fyrra hálvleiki og var við at halda útiliðnum í dystinum. VÍF fekk tó rímiliga gott flog í álopsspælið, og Filip Jojic nógv betur í gongd enn í dystinum í Klaksvík. Bakkurin við boskniska upprunanum skoraði tíggju mál Hinvegin gjørdist tað heldur stirvi hjá Team Klaksvík, ov nógv mistøk vóru gjørd, og VÍF-verjan var stinn saman við málverjunum.

Um miðjan fyrra hálvleik var tað rímiliga javnt, og útiliðið hevði leiðsluna tvær ferðir, men tað stóð 14-9 í steðginum. Team Klaksvík gjørdi eina roynd í seinna hálvleiki og fekk eisini nøkur skjót mál eftir steðgin - millum annað skoraði Jens Pauli Poulsen trý. Tó runnu teir seg í ein stóran trupulleika: Mladen Mjerimacka.

Hann hevur verið skaddur í lærinum, men royndi málverjin var sum ein múrur ein góðan part av seinna hálvleik. Mladen var við at syrgja fyri, at tað ongantíð av álvara gjørdist spennandi aftur - hetta hóast fleiri útvísingar til teir gul-bláu og tað at heimaliðið gjørdi heldur nógvar tekniskar villur eftir steðgin.

VÍF vann við sjey málum, og teir báðir hálvfinalusigrarnir seinastu dagarnir gera, at vestmenningar skulu í mai spæla FM-finalur. Hóskvøldið spæla H71 og Neistin triðju og avgerandi hálvfinaluna sínamillum. VÍF vann síðst FM í 2021, tá liðið basti H71 í finalunum.

Samrøður og fleiri myndir seinni - rættað og dagført 22.45

FM-hálvfinalur í Burn-deildini
Sunnudagin 16. apríl, Vestmanna

VÍF - Team Klaksvík 29-22 (14-9) -  hetta merkir, at VÍF í finaluni eftir tveir hálvfinalusigrar

Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Jóhan í Garðastovu 8 mál

Sí dómaraseðil her


Triðja og avgerandi hálvfinalan millum H71 og Neistan
Hósdagin 20. apríl, Hoyvík
H71 (1) - Neistin (1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder