Annað

Finalurnar verða í dag

Intersport Summar Cup 2018 hevur gingist væl, og tiltakið endar í dag kl 15 við finalum.

2018-07-08 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Í gjár var fyrsti dagurin av Intersport Summar Cup 2018 á skránni á vøllinum í Hoyvík, Gundadali og á Argjum. 
 
- Kappingin gekk sum heild væl, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur tó aftrat, at har eru nøkur ávís ting, ið mugu betrast munandi. Her verður serliga hugsað um, at avgreiðslan av dystinum hjá teimum yngstu er ein aftur vendandi avbjóðing. Andrass Thomsen roknar tó við, at hetta verður loyst betur komandi ár.
 
Á Niðara Vølli, har U7 - U9 leiktu, vórðu umleið 150 dystir avgreiddir yvir góðar 6 tímar.
 
Vinnararnar í U7, U8 og U9 eru funnir, og í dag verður hildið á fram við kappingum hjá U11, U13 og U15. 

Tiltakið endar við finalum á Tórsvølli frá kl. 15:00. Hesar eisini vístar beinleiðis umvegis Facebook hjá Intersport Summar Cup og kunnu stroymast her: 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder