Hondbóltur

Jana Mittún besti spælskiparin í Evropa fyrstu umførini

Tey 13 málini og avrikini sum heild móti Íslandi og Montenegro hava fingið 21-ára gomlu hoyvíkskvinnuna á vikuliðið hjá EHF.

Jana Mittún spældi tríggjar flottar hálvleikir fyri Føroyar í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún spældi tríggjar flottar hálvleikir fyri Føroyar í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-20 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jana Mittún vísti vegin móti Íslandi í einum samanlagt sterkum føroyskum dysti, og í fyrra hálvleiki gav kvika hoyvíkskvinnan sterku verjuni hjá Montrnegro nógv høvuðbrýggj.

Hesi avrikini, við samanlagt 13 málum, fleiri uppleggum og annað, hava fingið føroyska spælskiparan á vikuliðið hjá EHF.

Hetta er galdandi fyri 1. og 2. umfar í EM-undankappingini.

Jana Mittún er á har saman við millum annað Mette Tranborg hjá Danmark, Tabeu Schmid - sum vit kenna frá Sveis og sum gamla strikumakkaran hjá Pernille Brandenborg - og tveimum hjá Montenegro. Brnovic er verjuskansi og sterkur strikuspælari, umframt vinstra bakkinum Jaukovic.

[object Object]

Júst móti Montenegro sníktu heldur nógv mistøk seg inn hjá Janu Mittún, men sum heild vóru avrikini hjá henni ógvuliga góð.

Sí eisini: Jana Mittún varð toppskjútti í sterkum liðavrik í Reykjavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder