
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.
Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen.
Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen.
Í innanhýsis dystinum millum liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag vann A-liðið 3-1. Ólavur Simonsen og Haldur Suni Johansen vóru ikki við. Ei heldur Eyðun Nolsøe, sum nú er skrásettur í Suðuroyar Talvfelag.
Dysturin millum liðini í Sandavágs Talvfelag er útsettur til mikukvøldið. Helvtin av A-liðnum mundi vera upptikin av fótbólti.
1. deild - 1. umfar:
Havnin (A) - Havnin (B) 2-2
Luitjen A. Apol (2318) - Heiðrikur Jacobsen (1948) 1-0
Elias Petersen (2100) - Petur G. Magnussen (1921) 0-1
Hjalti T. Jógvansson (2030) - Flóvin M. Tummasarson (1903) 0-1
Herluf Hansen (1974) - Margar Berg (1896) 1-0
Klaksvík (A) - Klaksvík (B) 3 – 1
Rani Baldursson (2061) - Finnbjørn Vang (1963) 1-0
Heðin Gregersen (1976) - Wille Olsen (1958) 1-0
Steintór Rasmussen (1983) - Tummas M. Sólsker (1930) 1-0
Terji Petersen (1970) - Rani Nolsøe (1903) 0-1
Sandavágur (A) - Sandavágur (B) - útsettur til mikukvøldið.
Hinar deildirnar
Niðanfyri seta vit upp úrslitini í fyrsta umfari í hinum deildunum. Nevnast skal, at dysturin millum Rók og Gøtu í 4. deild bólkur A er útsettur til hóskvøldið.
2.deild
Kollafjørður - Rókur 3½-½
Toftir - Klaksvík 2-2
Havnin (B) - Havnin (A) 3-1
3. deild
Vestmanna - Gøta 3½-½
Klaksvík - Sandavágur 1½-2½
Kollafjørður - Kongshavn 3½-½
4. deild (A-bólkur)
Toftir - Sandavágur 1½-2½
Havnin - Strendur 3-1
4. deild (B-bólkur)
Kollafjørður - Suðuroy 0-4
Havnin - Sandavágur 1-3
Kongshavn - Rókur 1-3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald