Tað er serliga ein leikari, sum fokus er á til hondbóltslandsdystin móti Litava í Luksemburg í dag.
Litaviski bakspælarin Aidenas Malasinskas er ein stórspælari, og hann kann á sínum bestu døgum avgera dystir stórt sæð einsamallur.
Tí er stórt fokus á serliga henda 33 ára gamla lyklaleikaran undan dystinum í dag. Men føroyingar eru væl fyrireikaðir.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur nevniliga ráðført seg við mæta íslendska landsliðsvenjaran, Guðmund Guðmundsson, undan dystinum.
- Ísland spældi móti Litava herfyri, og talan var um tættar dystir. Eg havi fingið góð ráð frá Guðmundi, sum vit heilt vist kunnu brúka til dystin í dag, sigur Sonni Larsen, og leggur afturat.
- Jú hann er ein sterkur spælari, sum kann vera avgerandi fyri sítt lið. Men eisini avgerandi fyri um teir tapa. Tí hava vit stórt fokus á hvussu vit skulu verja okkum móti honum, og kanska møða hann so mikið, at teir byrja at gera mistøk, sum kunnu vera til okkara fyrimuns, sigur Sonni Larsen.
Litava kann minna um Montenegro, sum Føroyar megnaðu at spæla javnleik ímóti á útivølli í fyrsta dystinum í síðstu EM-undankapping. Tað er andin frá tí dystinum, sum føroysku spælararnir skulu hava inn á liðið aftur – so er kanska møguleiki at vinna stig móti litavum.
Tí tað er bert tað besta av teimum fýra liðunum í kappingini, sum kemur víðari í royndini at sleppa við til HM um eitt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald