
Hann varð leigaður út til Næstved í seinnu hálvu í 2017/2018. Og gøtumaðurin var við til at skjóta tær grønu úr sunnara enda av Sælandi upp úr 2.división og í næstbestu deildina. 29-ára gamli Finnur Justinssen skeyt 11 mál í 14 dystum fyri Næstved, og tí vildi felagið leingja samstarvið.
Í Fremad Amager hevði Finnur heldur trupult við at fáa fasta spælitíð. Sáttmálin millum partarnir gekk út nú í summar, og tí var tað upplagt, at Finnur skuldi fylgja við Næstved upp í NordicBet deildina.
Sambært heimasíðuni sn.dk, so gekk tað eitt sindur strilitð at koma til semju, men í gjárkvøldið skrivaðu Næstved og Finnur Justinussen undir ein eitt ára sáttmála.
Hetta fegnast báðir partar um. Finnur sigur við heimasíðuna, at hann hevur verið sera glaður fyri at vera í Næstved, og fyri áltiði sum hann hevur fingið har. Fyrrverandi málslúkurin hjá Víkingi leggur dent á, at hann allatíðina ynksti at halda fram í felagnum, og at hann fegnast um, at partarnir gjørdust samdir, og at hann sær fram til fleir góðar upplivingar í Næstved. Ítrottarstjórin Jesper Frisenholm vísti á, at Finnur hevði prógvað sítt virði fyri Næstved.
Fyrsti dystur í nýggja kappingarárinum verður Ólavsøkudag, tá Finnur og liðfelagirnir taka ímóti FC Fredricia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald