Fótbóltur

Finnur kemur heim

Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 30-ára gamla áleyparan.

Finnur Justinussen gjørdi í Danmark vart við seg í Næstved

Finnur Justinussen gjørdi í Danmark vart við seg í Næstved

2020-01-16 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

119 mál í 224 dystum fyri besta liðið hjá Víking, ið hann seinast umboðaði í nøkrum dystum í 2016. Gøtumaðurin var við til at vinna fimm steypakappingar og til at spæla Víking víðari í Evropa tríggjar ferðir. Nú vendir hann aftur eftir nøkur ár í Danmark.

Adeshina Lawal er farin til AB, og tað verður Finnur Justinussen, ið skal avloysa hann í álopinum. Finnur gjørdi vart við seg í Næstved í 2018. Vandamikli áleyparin blandaði seg uppí heilt har uppi á toppskjúttalistanum í næstbestu deildini í Danmark, áðrenn hann fór úr felagnum. Síðani nakrir mánaðir í ÍF Føroyum, meðan hann av álvara hugsavnaði um familju og útbúgving, og so nakrar dystir við FC Roskilde í næstbestu deildini.

Finnur Justinussen hevur seinastu tíðina verið settur í samband við eitt skifti til Víking, og partarnir hava nú skrivað undir ein tvey-ára sáttmál.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder