Fótbóltur

Finnur skoraði enn einaferð

Gøtumaðurin hevur nú seks mál hetta kappingarárið, og Næstved bjóðar av í stríðnum um uppflyting.

Finnur Justinussen legði Næstved á odda í 3-1 sigrinum í dag

Finnur Justinussen legði Næstved á odda í 3-1 sigrinum í dag

2018-09-16 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var uppflytarin, sum var á vitjan hjá niðurflytaranum, tá Finnur Justinussen aftur kom á máltalvuna fyri Næstved í dag.

Tað var 29-ára gamli gøtumaðurin, ið legði útiliðið á odda, tá ein tími var leiktur. Næstved vann dystin 3-1.

Liðið hjá Finni er nú nummar 5 á stigatalvuni við 14 stigum fyri 9 dystir. Vandamikli áleyparin hevur skorað 6 mál í 8 dystum í NordicBet deildini.

Um eina viku taka Finnur og Næstved ímóti Fremad Amager og Heina Vatnsdal. Liðið av Amager tapti í dag 3-1 á heimavølli móti FC Fredricia.

Hallur Hansson gjørdi eisini um seg í Danmark í dag. Les meira her: Hallur avgerandi í Horsens-sigri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder