
AC Horsens vann í dag 3-2 á heimavølli móti AGF, og føroyingurin hjá Horsens spældi ein avgerandi leiklut.
Innan fyrsta korterið høvdu bæði liðini skorað, og eftir hálvan tíma skoraði Søren Reese til 2-1 fyri Horsens, við Halli Hanssyni í leiklutinum sum uppleggjara. Beint fyri hálvleik økti heimaliðið, og tá var tað Hallur, ið setti bóltin í netmeskarnar.
AGF fekk minkað um munin tíðliga í 2.hálvleiki, men Horsens helt fast, og er í løtuni á 6.plássið, ið gevur atgongd til endaspælið, við 13 stigum.
Hallur hevur skorað trý mál í níggju dystum fyri Horsens í ár, og hann kom eisini á máltalvuna á Tórsvølli móti Malta seinasta fríggjadag.
Les eisini: Gilli sló til í Haugesund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald