
Tað gongur sera væl hjá Brann Bergen í Eliteseriuni í Noregi. Og 26-ára gamli Gilli Rólantsson Sørensen er viðvirkandi til góðu gongdina. Tvørámaðurin er fastur maður í byrjanarupsstillingini, og í gjárkvøldið skoraði hann við einamansavrikið.
Brann byrjaði dystin væl, og legði seg á odda longu eftir 9 minuttir. Tríggar minuttir seinni vann Gill bóltin frá Haugesund-leikara í upsspælinum, hann setti ferð á, og komin inn í brotstegin var føroyski landsliðsleikarin tryggur. Hetta var triðja málið hjá Gilla Rólantssyni í fremstu norsku deildini í ár.
Liðini skoraði einaferð í part í 2.hálvleiki, og harvið vann Brann móti liðnum á 3.plássið. Við sigrinum fóru Gilli og liðfelagirnir framvið Rosenborg og tóku fyrsta plássið. Rosenborg kann tó leggja seg á odda afturtá liðið vitjar Vålerenga í Oslo í kvøld. Eitt stig skilir Brann Bergen og Rosenborg.
Gilli R.Sørensen spældi 75 minuttir á kantinum í gjárkvøldið, áðrenn hann varð útskiftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald