Annað

Fínt avrik ímóti oddaliðnum í Silvurliguni hóast tap

Serliga annað og triðja sett vóru hugalig at síggja. Í øðrum setti fylgdu Føroyar leingi við finnunum, og ikki fyrr enn við støðuna 10-12 fór at dragna millum liðini..

(Mynd: CEV.eu)

(Mynd: CEV.eu)

2024-06-07 21:20 Author image
Innsent
placeholder

Silvurligan, kvinnur:
Føroyar - Finnland 0-3 (14-25, 19-25, 17-25)

Hóast greitt 3-0 tap fyri ósigraða oddaliðnum í Silvurliguni, Finnlandi, so verður hildið at føroyska avrikið var av tí frægara slagnum.

Serliga annað og triðja sett vóru hugalig at síggja. Í øðrum setti fylgdu Føroyar leingi við finnunum, og ikki fyrr enn við støðuna 10-12 fór at dragna millum liðini.

Í triðja settti gekk uppaftur betur fyrstu løtuna, og Føroyar løgdu seg á odda 5-2. Javnt var við støðuna 7-7, men eftir 9-10 dró Finnland so líðandi frá, og við at vinna síðstu fýra bóltarnar á rað, gjørdist munurin heldur stórur at enda.

Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við seks stigum. Til samans høvdu Føroyar tveir vinnarablokkar og seks serviess; av serviessunum átti Sirið H. Samson tey tvey.

Eftir sigurin hjá Finnlandi er nú greitt, at finalurnar verða millum Finnland og Portugal. Tann fyrra verður í Portugal og tann seinna í Finnlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder