Hondbóltur

Fjepparafelagið ger nógv burturúr

Merkiðlið skipar fyri ókeypis andlitsmáling til landsdystin móti Týsklandi í morgin. Eisini verður møguligt at kypa fjepparatroyggjur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-15 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður gjørt nógv burturúr til seinna playoff dystin millum Føroyar og Týskland í annaðkvøld. 

Fjepparafelagið Merkiðlið skipar fyri ókeypis andlitsmáling til landsdystin í morgin. Tað verður møguligt at mála alt andlitið eisini.

Samstundis selir Merkiðlið eisini fjepparatroyggjur til teirra, sum eru áhugaði. Møguligt yvirskot av hesum troyggjum fer til at skipa fyri betri upphiting til dystir í framtíðini. 

- Merkiðlið ynskir at takka Bank Nordik, Effo og Atlantic Airways fyri at stuðla keypinum av hesum troyggjunum.

Troyggjurnar kosta 150 krónur, og Ásbjørn Nielsson Nattestad, fyriskipari, vónar at undirtøka verður fyri hesum.

- Eg vóni, at fólk eru við uppá, at rópa og stuðla okkara monnum í morgin. Og eg kann einans heita á øll um, at lata seg í hvítt um tað letur seg gera. Um ikki so ber sjálvandi til at keypa sær eina fjepparatroyggju, sigur hann.

Dysturin millum Føroyar og Týskland byrjar klokkan 19 í annaðkvøld, og enn er ikki útselt í Høllini á Hálsi. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder