Klokkan 12.15 í morgin, hósdagin 29. juni, spælir føroyska U21-landsliðið HM-fjórðingsfinalu móti Serbia. Nógvir føroyingar eru til staðar í Berlin, men tað er sjálvandi eisini spenningur í Føroyum, og skipað veðrur fyri minst tveimum stórskíggjatiltøkum.
Tað eina verður í BankNordik, har BankNordik og SMS skipa fyri stórum hondbóltstiltaki. Dysturin verður vístur á stórskíggja og ymiskir matur verður at fáa
Í Løkshøll í Runavík eru eisini góðar umstøður til slík tiltøk, og loksholl.fo boðar frá, at á Føroyar - Serbia verður á stórskíggja har í morgin
Bæði tiltøkini eru ókeypis.
Vinnur U21-landsliðið á Serbia hósdagin, koma Føroyar í hálvfinaluna, sum verður móti Danmark ella Týsklandi leygardagin seinnapartin.
Nú hava StÍF og Sjóvar kommuna eisini boðað frá, at fjórðingsfinalan verður víst á stórskíggja í biosalinum í bygdahúsinum á Strondum.
Dagført kl. 12.29
Eisini í Klaksvík verður møguleiki at síggja dystin á stórskíggja. Klaksvíkar kommuna boðar í dag frá, at dysturin verður vístur í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð
Dagført kl. 15.23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald