Fótbóltur

Fjórðingsfinalurnar útsettar í fýra dagar

Løgmanssteypið: Landsliðsspælararnir skulu halda seg heima eftir uttanlandsferð - tí verða fjórðingsfinalurnar fluttar.

2020-11-16 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir ætlan skuldu fjórðingsfinalurnar í steypakappingini verðið spældar leygardagin 21. november.

Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at útseta fjórðingsfinalurnar til mikudagin 25. november. Orsøkin er koronareglurnar, ið raka føroyska landsliðsspælararnar.

Í morgin spælir U21-landsliðið í Kasakstan og A-landsliðið á Malta. Bæði liðini verða aftur í Føroyum mikudagin.

Mælt verður til, at allir spælararnir fara í heimauppihald meðan bíðað verður eftir svarunum frá koronakanningunum, ið skulu gerast dag 0 (við heimkomuni) og dag 2 (fríggjadagin 20. november).

Tær fýra fjórðingsfinalurnar eru 07Vestur móti HB, NSÍ móti Skála, Víkingur móti TB og B36 móti AB.

Eftir ætlan skulu hálvfinalurnar spælast 28. november og finalan 5. desember.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder