placeholder
Fótbóltur

Fjórðu ferð at KÍ og Víkingur spæla steypafinalu

KÍ vann í fjør og í 2016. Í 2022 var Víkingur omaná. Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 leygarkvøldið.

2026-09-04 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru beint yvir tíggju ár síðani, at KÍ vann á Víkingi í einari minniligari finalu. Serliga var tað alt rundanum, ið fylti við ótrúligum fjepparum og darrandi spenningi í bæði Eysturkommunu og Norðoyggjum upp til finaluna og í yvir 120 minuttir á Tórsvølli.

Tí tað fór eisini allan vegin millum liðini, ið tá eisini kappaðust um FM. Alt endaði við, at gøtumaðurin Súni Olsen skeyt fyrsta steypið hjá mansliðnunum hjá KÍ síðani 1999 í hús. Harvið steðgaði flotta steypagull-røðin hjá Víkingi á fýra (vunnu kappingina 2012-2015)

Longri samandráttur sæst her (Youtube/John William Joensen):

Tað gingu seks ár, til liðini hittust aftur í steypafinalu - og Víkingur lønti KÍ ósigurin aftur í steypahøpi: Tá vóru tað teir úr Eysturkommunu, ið syrgdu fyri, at hinir ikki vunnu greipuna.

Víkingur vann uppiborið síðst í oktober í 2022 móti einum KÍ-liði, sum annars ikki hevði tapt á føroyskari jørð í 2022. Einasta málið var brotsspark seint í dystinum, sum vælspælandi Sølvi Vatnhamar høgdi í netið. 1-0 og so var, fyri fyrstu ferð síðani 2015, stórur steypafagnaður hjá víkingunum.

Samandráttur frá dystinum og degnum hjá Víkingi (Youtube/Egin Videography)

[object Object]

[object Object]
Stórur Vìkinga-fagnaður á Tórsvølli í 2022 (Myndir: Sverri Egholm)

Tann minst spennandi finalan higartil millum feløgini í landnyrðingsføroyum var í fjør. Tá tryggjaði KÍ greipuna við 2-0 sigri, har Mads Boe Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð skoraðu, og munurin á liðnum í løtum var greiður. 

Talan var um síðsta dystin hjá Atla Gregersen - eins og í fjør spælir Víkingur ársins finalu stutt eftir at at fastir menn eru seldir (Árni Nóa Atlason og nú Aron Benjaminsen)

Sí eisini: Aron Benjaminsen fingið fýra-ára sáttmála við Hearts

Steypafinalur millum KÍ og Víking higartil
2016:
KÍ - Víkingur 6-5 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og 120 minuttir)

2022:
Víkingur - KÍ 1-0 

2025:
- Víkingur 2-0

2026:
19.00: Víkingur - KÍ 

Fylgið við steypafinaluni á FM1 og Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder