Annað

Fjúrtan flogbóltsfinalur á skránni á Hálsi um vikuskiftið

Hæddarpunktini eru leygardagin klokkan 16, tá kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr spæla, og klokkan 19 tá menninir hjá SÍ og Mjølnir bresta saman. Øll tey níggju flogbóltsfeløgini í Føroyum eru umboðað í onkrari finalu.

Tað er ikki óvanligt, at sørvingar lyfta steyp í Høllini á Hálsi, og spuringurin er um millum annað sørvágskvinnur sigra hesuferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað er ikki óvanligt, at sørvingar lyfta steyp í Høllini á Hálsi, og spuringurin er um millum annað sørvágskvinnur sigra hesuferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-02 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra finaluvikuskifti hjá flogbólti er fyri framman. Næstu dagarnar verða fjúrtan finalur spældar í Høllini á Hálsi, og lagt verður út við trimum finalum í annaðkvøld, fríggjadagin 3. mars.

Í sambandi við at Flogbóltssamband Føroya hevur kunngjørt skránni, verður staðfest at øll tey níggju flogbóltsfeløgini í Føroyum eru umboðað í onkrari finalu. Lið hjá B71, Dráttur, Fleyr, ÍF, KÍF, Mjølnir, SÍ, TB, Ternan skulu spæla um gull í høvuðsstaðnum, og tað er áhugavert at síggja, at millum annað síðstnevnda er vælumboðað á dreingjasíðuni, og at B71 er í tveimum gentufinalum.

So eru eisini "The usual suspects", og sum vanligt er SÍ felagið, ið er best umboðað. Sørvingar hava níggju lið við og millum annað eitt í hvørjari finalu annaðkvøld og eisini í báðum vaksnamannafinalunum.

Tað er størst spenningur um, hvat fer at henda í finalunum leygardagin, har SÍ og Fleyr skulu stríðast um gullið hjá kvinnum, og har menninir hjá SÍ skulu bjóða Mjølni av.

Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:

Fríggjadagin 3. mars 2023:
Kl. 18.00: Gentur 16 A: Fleyr - SÍ 
Kl. 19.15: Gentur 19: Fleyr - SÍ 
Kl. 20.30: Mansunglingar: SÍ - Mjølnir

Leygardagin 4. mars 2023:
Kl. 10.00: Gentur 12: SÍ - KÍF 
Kl. 11.15: Dreingir 12: Ternan b - Ternan a 
Kl. 12.30: Gentur 14 A: Mjølnir - Dráttur 
Kl. 13.45: Dreingir 14: SÍ - TB 
Kl. 16.00: Kvinnur: SÍ - Fleyr 
Kl. 19.00: Menn: SÍ - Mjølnir 
Kl. 21.00: Kvinnuunglingar: SÍ - Fleyr

Sunnudagin 5. mars 2023:
Kl. 13.00: Dreingir 16: ÍF - Ternan 
Kl. 14.15: Gentur 14 B: B71 - Ternan 
Kl. 15.30: Dreingir 19: SÍ - Mjølnir 
Kl. 16.45: Gentur 16 B: B71 - Mjølnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder