Renningin er skipað sum einstaklingakapping, bólkakapping, barnarenning og heilsurenning, har tað verður arbeitt saman við Sclerosufelagnum.
Peningurin, sum kemur inn í sambandi við heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið.
Renningin byrjar klokkan 16, beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum.
Runnið verður sama tein sum undanfarinár, har byrjað verður á Kongabrúnni, og runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin er knappar 7 kilometrar.
Heilsurenningin er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg.
Eingin tíðtaking er til hendan bólkin. Teinurin er tann sami, sum til kapprenningina, men luttakararnir velja sjálvi, um tey ganga/renna teinin eina ella tvær ferðir.
Tilmeldingin er í seinasta lagi leygarkvøldið 23. apríl 2022 klokkan 23. Tilmelding er ikki á staðnum, tó er heilsurenningin undantikin.
Kelda: Bragdið.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald