Tríggir av føroysku borðtennisleikarunum hava fyrrapartin og í dag verið eitt sindur illa fyri.
Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen hava fingið eitt lítið forkølilsi, og hetta kann hava ávirkað úrslitið í morgun. Báðir komu víðari, men á øðrum plássi. Tað merkir, at teir skulu møta eittaranum í einum øðrum bólki í næsta umfari.
Í skrivandi stund spæla Hallur og Fróði tvímansleik móti Jersey.
Britt Michelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Britt Michelsen var eisini illa fyri eina løtu, men eitt sindur av vesku, so var hon birg at spæla aftur.
- Tað er ein blanding av hita og umstøðunum. Airkondition og tílíkt, sigur Petur Niclasen, hjálparvenjari hjá føroyska borðtennisliðnum, um orsøkina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald