
B36 skal um eina løtu í eldin í fyrsta undanumfarinum í Evropa League. OFK Titograd Podgorcia úr Montenegro er á vitjan.
Mett verður, at talan kann blíva um javnan dyst, har útiliðið tó er ein lítil favorittur.
Í báðum dystunum ímóti St Joseph's spældi B36 við somu leikarum frá byrjan. Til dystin hava bæði Andrias Eriksen og Robert Heðin Brockie verið ivasamir. Teir báðir byrja á bonkinum, meðan Benjamin Heinesen eisini er á bonkinum. Sum so ofta fyrr í ár, so eru ungir leikarar til reiðar at taka yvir hjá B36
B36 stillar upp í vanligu leikskipanini: 4-2-3-1
Rói Mørk Hentze - Ragnar Samuelsen, Bjarni Petersen, Odmar Færø(L), Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli F. Nielsen - Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz, Erlendur Magnussen - Kaimar Saag
Á bonkinum eru: Trygvi Askham, Andrias Eriksen, Robert Heðin Brockie, Hugin Samuelsen, Gilli Samuelsen, Benjamin Heinesen
Michal Przybylski skuldi eisini vera á bonkinum, men vegna sera seint umsitingarligt arbeiði í Póllandi, er hann ikki tøkur í kvøld ella til returdystin. Meira um hetta um eina løtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald