Leygardagin bóru vit tíðindi um, nógvar broytingar vóru fyri framman í hópinum hjá TB. Nógv bendir á, at stóri profilurin Stefan Radosavljevic er á veg til nýtt felag, og Luc Micheal Jeggo fer møguliga av landinum. Hinvegin koma nakrir leikarar úr Danmark heim at spæla nakrar dystir fyri barndómsfelagið; m.a Ragnar Tausen ið longu spældi við ímóti B36 sunnudagin.
Í gjár boðaði heimasíðan hjá TB frá, at stinni verjuleikarin Teitur Olsen helst spælir sín seinasta dyst fyri felagið fyribils á Jóansøku ímóti KÍ. 24-ára gamli miðverjin fer eftir ætlan undir hægri lesnað í Aalborg eftir summarferiuna. Hann var ikki við fyrstu dystirnar í ár, men hevur síðani leikt sjey dystir; seinastu árini hevur Teitur spælt 134 dystir í bestu deildina - allar fyri TB (í fjør og í 2017 við TB/FCS/Royn)
(Teitur J. Olsen spældi heslt ikki við TB eftir summarsteðgin - Mynd: Jan Smedemark)
Tað verður ein stórur missur fyri TB, men hinvegin og í hinum endanum fær liðið allarhelst styrk. Bolt.fo skrivaði í gjár, at tað ljóðaði fyri vist, at Ken Fagerberg fer at skifta næstbestu deildina út við tí bestu; Sørvág út við Tvøroyi. Í dag hevur 30-ára gamli leikarin takkað fyri seg á Facebook, og tí bendir alt á, at Ken skjótt veðrur avdúkaður sum nýggjur TB-leikari, Svenski áleyparin hevur umboðað 07 Vestur síðani 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald