Fótbóltur

Fleiri enn 2.100 næmingar og størsta ár nakrantíð hjá Skúlafótbólti

2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.

2022-06-17 22:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 16. juni var seinasta umfar í Skúlafótbólti í ár, tá 1. og 2. flokkar høvdu lagt leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt. Tórsdagin kappaðust 389 børn í 1. og 2. flokki og var hetta eisini eitt av stóru umførunum til Skúlafótbólt í ár.

Nú Skúlafótbóltur er liðugur fyri hetta Skúlaárið kann eisini staðfestast, at árið gjørdist tað størsta við Skúlafótbólti nakrantíð. 2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.

27 fólka-, miðnáms- og háskúlar hava luttikið í Skúlafótbólti í 2021/2022 - og Skúlafótbóltur er sum kunnugt fyri allar árgangir frá 1. flokki til miðnáms- og háskúlaflokkar.

Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, so er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. -Og júst hesin tátturin er millum teir best umtóktu, tí 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum.

Ongin Skúlafótbóltur uttan stuðlar og hevur tað aftur í ár borið til at skipa Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági við góðum stuðli frá høvuðsstuðlinum BankNordik og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og við Vágs kommunu.

Skúlafótbóltur verður sjálvsagt aftur á skrá í heyst og innbjóðingar verða fyrst í september send til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini í heyst skipað fyri Skúlafótbólti fyri serbreytirnar í skúlunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder