Hópurin til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Kekkia er júst kunngjørdur. 24 spælarar eru úttiknir.
Merkisvert er millum annað, at Bartal Wardum er aftur á A-landsliðnun. Miðverjin hevur havt nøkur sterk avrik fyri HB seinastu tíðina.
Petur Knudsen, ið nú spælir í USA, og Hanus Sørensen eru eisini á listanum aftur. Teir vóru ikki við seinast. Tað var málverjin Bjarti Vitalis Mørk heldur ikki.
Teitur Matras Gestsson og Gilli Rólantsson Sørensen eru skaddir. Hallur Hansson spældi 90 minuttir fyri KÍ í gjár, men afturvendanin til landsliðið er ikki komin enn.
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Føroyar spæla á Tórsvølli móti Póllandi 12. oktober. 15. oktober vitjar føroyska A-landsliðið við monnum í Kekkia. Føroyar eru greitt aftast í EM-undankappingarbólkinum, nú trý umfør resta í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald