Fótbóltur

Fleiri fótbóltsfeløg fara nú í ALS

Koronakreppan ger støðuna trupla hjá føroysku fótbóltsfeløgnum - helmingurin av feløgunum ið hava lið í Betrideildini hjá monnum verður skjótt í ALS. Føroyskur fótbóltur rindaði í fjør 1,2 millión til ALS, skrivar bolt.fo.

TB og HB eru tvey av feløgunum, sum alment hava váttað, at tey fara í ALS-skipanina (Mynd: Sverri Egholm)

TB og HB eru tvey av feløgunum, sum alment hava váttað, at tey fara í ALS-skipanina (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-07 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25. mars kunngjørdi Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ, at leikararnir vóru sendir til hús og í ALS-skipanini.

Les eisini: Føroyameistararnir sendir til hús

Í farnu viku váttaði ALS endaliga, eftir at tað varð viðgjørt á stýrisfundi, at ítróttarfólk og fólk í størvum í ítróttarfeløgum, hava rætt til lønarískoyti.

Seinastu dagarnar hevur bolt.fo loddað dýpi hjá fleiri fótbóltsfeløgum, og í løtuni eru leikarar og starvsfólk hjá seks ymiskum feløgunum í, ella á veg í ALS. Tey eru KÍ, TB, Skála, HB og 07 Vestur, umframt AB (mest sannlíkt)

TB boðaði sunnudagin frá, at nú tað var greitt, at felagið hevði rættindi, er nærum allur besti manshópurin koyrdur í skipanina: 

- Vit hava nógvar útlendskar leikarar, sum hava fótbóltin sum fulltíðarstarv. Skal eitt felag sum TB yvirliva gjøgnum hetta, so má onkur skipan traðka til, tí so stórt inntøkugrundarlag er burtur.

Hetta segði Reidar Simonsen, formaður, millum annað við bolt.fo.

Hjá Skála vaks skuldin við beint omanfyri einari hálvari millión í 2019, sambært ársrokniskapinum 

- Vit hava sent hópin til hús fyri eini tíð síðani og hava meldað allan hópin uppí ALS. Eitt felag sum Skála er hart rakt av hesum. Vit hava ongar inntøkur í løtuni, sigur Ingi Hansen, formaður, við bolt.fo

Eisini í HB er avgerð tikin um, at leikarar og onnur starvsfólk fara í ALS-skipanina:  

-Vit hava viðgjørt spurningin og um nakrar dagar, so fer allur hópurin hjá okkum og øll onnur starvsfólk í felagnum uppí hesa skipanina, sum vit hava rætt til

Hetta sigur Thomas Juul S. Thomsen, næstformaður, við bolt.fo, ið skrivar, at HB sambært ársrokniskapunum fyri 2019, var tað felagið sum hevði hægst  starvsfólkalønir í 2019.  

Bolt.fo skrivar eisini, at AB helst fer í skpanina skjótt, tí inntøkugrundarlagið er burtur í løtuni, sambært formanni felagsins.

Tey trý fulltíðarstarvsfólkini í 07 Vestur, høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum umframt tveir høvuðsungdómsvenjarar, eru eisini farin uppí skipanini. Hetta váttar Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, fyri bolt.fo. Hann sigur seg ikki skilja hví so nógvar atfinningar eru frammi um, at ítróttarstarvsfólk fara upp í ALS í hesum tíðum - hví munur skal vera gjørdur á fulltíðarstarvsfólkum í ítróttarfeløgum og starvsfólkum í øðrum størvum.  

- Starvsfólk og leikarar gjalda inní m.a. ALS-skipanina eins og øll onnur, so tað er upplagt, sigur Jón Nordendal.

Bolt.fo vísur í dag á,  at føroyskur fótbóltur rindaði áleið 1.267.000 kr. til ALS í 2019 og áleið 20 milliónir krónur í lands- og kommunukassarnar.

Rás 1 á Televarpinum hevur í kvøld klokkan 20.30 sending um støðuna í føroyskum fótbólti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder