Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar. Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).
- Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF við heimsíðuna hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.
Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er hann ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 6 til 14 ár (tvs. børn fødd í 2005 til og við 2013).
Les meira um fótbóltsskúlarnar her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald