placeholder
Fótbóltur

Fleiri góðir føroyskir stútarar í Íslandi

Gunnar Vatnhamar skoraði tvey mál við høvdinum í stórsigri hjá oddaliðnum í gjár - Klæmint Andrasson Olsen legði Breiðablik á odda í javnleikinum móti KA á Akureyri.

Gunnar hevði eyguni á bóltinum, Víkingur vann 6-1 og er greitt oddalið í bestu íslendsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar hevði eyguni á bóltinum, Víkingur vann 6-1 og er greitt oddalið í bestu íslendsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-14 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allir føroyingarnir í bestu íslendsku deildini vóru í eldinum í gjár, tá 19. umfar var á skránni - fyriuttan Patrik Johannesen ið er langtíðarskaddur.

Føroyingauppgerð var á Akureyri. Klæmint Andrasson Olsen byrjaði inni, og við stútara eftir 16 minuttir legði hann útiliðið á odda. Eins og í Bosnia í síðstu viku fekk Breiðablik tó reytt kort fyri steðgin, og KA javnaði við brotssparkinum, ið var orsøkin til tess.

Hetta var í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki komu Jóan Símun Edmundsson (í 66. minutti) og Pætur Petersen (í 85 minutti) á vøllin. KA royndi  at jagstra sigurin í yvirtali og týðandi stig í stríðnum at koma í topp-seks, áðrenn endaspælið fer í gongd. Hetta eydnaðist tó ikki. Klæmint skoraði sítt mál nummar fimm í landskappingini og spældi allan dystin fyri Breiðablik, ið er á 3. plássi.

[object Object]
Klæmint Olsen var hægstur tíðliga í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði KA og Breiðablik skulu spæla seinna dystin í 3. umfari í evropeiskari kapping í næstu viku. Talan er um heimadystir, men tað er næstan vónleyst. Tey taptu við fýra í útidystum í ávíkavist Bosnia og Belgia. Breiðablik hevur tó ein eyka møguleika í Conference League eftir.

Les eisini: Klæmint legði upp til tvey mál í stórtapi

Gunnar og Víkingur ovast

Víkingur Reykjavík stevnir beint móti íslendska meistaraheitinum, og Gunnar Vatnhamar er ein av orsøkunum til tað. Hann hevur støðufesti í verjupartinum, og í gjár skoraði hann til 1-0 og 3-0 í sannførandi sigrinum á uppflytarunum HK Kópavágur.

Bæði málini vóru við høvdinum - tað seinna eftir hornaspark - og heimaliðið vann heili 6-1. Víkingur hevur 50 stig av 57 møguligum og er átta stig frammanfyri Val á 2. plássi. Tað er einasta liðið, ið Gunnar og liðfelagarnir hava tapt ímóti í landskappingini - tað var 29. mai.

G.G: Vit ætla at leggja videobrot av málunum út, so skjótt tey eru tøk í góðari góðsku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder