Annað

Fleiri hava longu kvalifiserað seg til NM í gonguløgum á íslendskum rossum

Um vikuskiftið var onnur Safari uttanduragongulagskappingin í Havnardali, har 35 pør kappaðust í 11 flokkum.

Ragnheiður Ó. Dam á hestinum Vaðall frá Dimmuborg, sum vunnu bronsu í T1, tølt (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Ragnheiður Ó. Dam á hestinum Vaðall frá Dimmuborg, sum vunnu bronsu í T1, tølt (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-05-18 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið var onnur Safari uttanduragongulagskappingin í Havnardali, og nógv góð ross og reiðfólk vóru at síggja á breytini – og fleiri av teimum, sum hava ynskt sær at koma við til NM í Svøríki í august, hava longu tryggjað sær pláss, skrivar Ríðisamband Føroya.

Fyri at sleppa á landsliðið, sum fer til NM í summar, skal eitt par hava rokkið einum ávísum karakteri í einum innleiðandi umfari. Hesir karakterir eru ymiskir, alt eftir hvørja kapping, talan er um. Tey, sum ikki enn hava rokkið karakterinum, hava ein kjans afturat, tá triðja Safari uttandura kappingin verður 10.-13. juni.

35 pør høvdu meldað til kappingina í farnu viku, og kappast varð í 11 flokkum.

Byrjað varð mikukvøldið við 100 metra skeiðkappingini, P2, hósdagin og fríggjakvøldið vóru innleiðandi kappingar í hinum flokkunum, og finalurnar vóru leygardagin.

Knút Lützen vann allar 4 kappingarnar, sum hann luttók í
Knút gjørdist nr. 1 í øllum kappingunum, sum hann hevði meldað til hesa ferð.

Í F1, fimmgongd, vann hann tepurt við hestinum Bergstað frá Þigbrekku og fekk 6,05 stig – meðan Jógvan Elias Joensen á ryssuni Gátu frá Viðinesi I, bert lá 0,03 stig aftanfyri við 6,02 stigum.

Í T1 og T2, sum báðar eru tøltkappingar, vann hann við hestinum Hvini frá Árbæjarhjáleigu II, og í V1, sum er fjórðgongd, vann hann við hestinum Kára frá Ásbrú.

Tvey gullmerki til Bjørk Láberg
Bjørk Láberg vann báðar kappingarnar fyri børn.

Í V5-B, fjórðgongd fyri børn vann hon við hestinum Verðandi frá Litlu-Tungu 2, eins og hon vann T7-B, tølt fyri børn, á Kóngi frá Tindsgarði.

Í T1, tølt, fyri ung endaðu Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum á einum deildum fyrsta plássi við 6,78 stigum, sum eisini Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum fingu.

Í V1, fjórðgongd, fyri ung var tað Eva á Rógvi á Sprota frá Kvíarhóli, sum gjørdust nr. 1 við 5,93 stigum.

Úrslit:

V5, fjórðgongd
1 Ragnheiður Ólafsdóttir og Stjarna frá Skör, 5,79
2 Eva Albinsdóttir og Snæþór frá Austurkoti, 5,58
3 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg, 5,54

V5-BØRN, fjórðgongd
1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu 2, 5,58
2 Jóna N. Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 5,46
3 Julia Svabo Jaspursdóttir og Stormur frá Efri-Miðbæ, 4,83

V1-UNG, fjórðgongd
1 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli, 5,93
2 Arnfríð Dam og Ómur frá Brekknakoti, 5,90
3 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti, 5,70

V1, fjórðgongd
1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, 7,07
2 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, 6,90
3 Ragnheiður Ólafsdóttir og Vaðall frá Dimmuborg, 6,70

T7-BØRN, tølt
1 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði, 6,08
2 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti, 5,75
3 Eva Waag og Finna frá Ármóti, 4,92

T7, tølt
1 Eyðrið E. Hansen og Stefnir frá Typpafossi, 5,92
2 Helma Maria Müller og Mjölnir frá Þjóðólfshaga 1, 5,42
3 Leonie Hildebrant og Amor frá Útnyrðingsstöðum, 5,08

T2, slakteymatølt
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II, 7,04
2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni, 6,83

T1-UNG
1 Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum, 6,78
1 Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum, 6,78
3 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu, 5,78

T1, tølt
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II, 7,06
2 Ragnheiður Ólafsdóttir og Vaðall frá Dimmuborg, 6,89
3 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, 6,72

F1, fimmgongd
1 Knút Lützen og Bergstað frá Þingbrekku, 6,05
2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1, 6,02
3 Valdemar Lützen og Þórey frá Flagbjarnarholti, 5,48

P2, flúgvandi skeið, 100 m
1 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1, 10,72 sekund
2 Valdemar Lützen og Þórey frá Flagbjarnarholti, 11,70 sekund

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder