
Í annaðkvøld spælir KÍ fyrra play-off dystin í Europa League móti Sheriff Tiraspol. Hann verður á Tórsvølli, og í dag vandi liðið á tjóðarleikvøllinum í høvuðsstaðnum
Tó vandu allir teir føstu menninir í ella kring byrjanaruppstillingina ikki. Mads Boe Mikkelsen, ið hevur spælt nógv seinastu tríggjar dystirnar, var als ikki til staðar. Miðvallarin er sjúkur, men Mads kann helst spæla ein leiklut í morgin.
Páll Klettskarð vandi fyri seg sjálvan í Klaksvík. Áleyparin var aftur á vøllinum í 2. hálvleiki í Sarpugerði 11. august. Tá spældi Páll sínar fyrstu 45 minuttir í beint yvir tveir mánaðir, men tað var ov nógv fyri fótin. Hann vandi við í gjár, men tað er ósannlíkt, at vandamikli 33-ára gamli klaksvíkingurin fer at hjálpa til á vøllinum í morgin - tó verður hann á bonkinum.
Støðan hjá Halli Hanssyni er nakað betri. Miðvallarin fekk eitt afturstig aftaná fyrra dystin móti Molde og hevur ikki spælt síðani. Hallur vandi fult í dag men fylgt verður allatíðina við støðuni. Magne Hoseth váttaði fyri Portalinum, at royndi miðvallarin helst fær spælt eina løtu í morgin; alt eftir hvussu dysturin háttar seg. Deni Pavlovic og Jákup Biskopstø Andreasen hava mannað sentrala miðvøllin seinastu dystirnar.
Hallur Hansson venur við eftir eitt afturstig - hann fekk álvarsaman knæskaða í september í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Páll Klettskarð var ikki á graslíkinum á Tórsvølli í dag - tað verður hann helst heldur ikki undir play-off dystinum í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Størsta spurnartekinið stendur helst útfyri René Shaki Joensen. Stinni vongbakkurin/miðvallarin føldi okkurt í lærkrikanum stutt fyri steðgin móti 07 Vestur sunnudagin, og málskjúttin hjá KÍ í tí dystinum noyddist út. Hann rann eitt sindur fyri seg sjálvan í dag og skuldi "testast", men staðfesti fyri Portalinum áðrenn, at tað er ógvuliga ivasamt, um hann fór at spæla - serliga í mun til vandan at gera tað verri. René er byrjaður inni í øllum evropeisku dystunum og hevur havt stóran leiklut.
Sunnudagin vórðu Heini Vatnsdal og Claes Phillip Kronberg heilt spardir. Heini vandi við í dag og byrjar allarhelst inni í morgin. Støðan er ikki tann sama hjá Claes; royndi dagin er darvaður av hælsinini. Hann er byrjaður inni í øllum evropeisku dystunum í ár á vinstra kanti.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøldi, hósdagin 23. august, verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Atgongumerki kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald