Fótbóltur

Fleiri Premier League dystir í dag

Fleiri dystir verða leiktir í Premier League í dag.

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2018-08-25 09:58 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hettar vikuskiftið er heilt serligt fyri føroysk fótbóltsáhugaði. Fleiri Steypafinalur eru á Tórsvølli, og í kvøld bresta grannarnir úr HB og B36 eitt nú saman í finaluni um løgmanssteypið, meðan HB og eb/streymur/skála møtast í steypafinaluni hjá kvinnum. 

Men enska fótbóltskappingin steðgar ikki upp, tí steypafinalur eru í Føroyum. Hettar vikuskiftið er Premier League aftur á skránni, og fleiri dystir, sum hava stóran áhuga hjá føroyingum verða á skránni. Bæði Manchester City, Arsenal og Liverpool spæla í dag, hóast allir dystirnir eru ímóti liðum, sum stórliðini eiga at vinna á. 

Chelsea spæla ímóti Newcastle United í morgin. Tann mest spennandi dysturin úr føroyskum eygum má sigast at verða á Old Trafford mánakvøldið, tá Manchester United taka ímóti Tottenham. Tottenham er komið betri frá byrjan í kappingini, men í tílíkum dystum kann alt henda. Manchester United skal eisini hava uppreisn eftir eyðmýkjandi tapið ímóti Brighton síðsta umfar. 

Skráin fyri Premier League vikuskiftið sæðst niðanfyri: 

 

Í dag: 

12:30   Wolverhampton Wanderers - Manchester City

15:00   AFC Bournemouth - Everton

15:00   Arsenal - West Ham United

15:00   Huddersfield Town - Cardiff City

15:00   Southampton - Leicester City

17:30   Liverpool - Brighton & Hove Albion

 

Sunnudag: 

13:30   Watford -  Crystal Palace

16:00   Fulham -  Burnley

16:00   Newcastle United - Chelsea

 

Mánadag: 

20:00   Manchester United - Tottenham Hotspur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder